Fólkatalið vaks við 647 seinasta árið

Fólkatalið í Føroyum heldur fram at vaksa, og 1. juni búðu 55.409 fólk í landinum.

Mynd: Hagstovan

Nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya vísa, at fólkatalið er vaksið við 647 fólkum, svarandi til 1,2 prosent, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin er meir enn tvífalt so stórur sum í undanfarna tólvmánaðarskeiðinum.

Sambært Hagstovuni er tað serliga nettoflytingin, sum hevur givið fólkavøkstrinum eitt stórt lyft. Samstundis er fólkatalið nú komið upp um 55.400, eftir at markið á 55.000 varð rokkið fyrr í ár.

Fólkavøksturin hevði annars verið lutfalsliga lágur í góð tvey ár, men seinastu mánaðirnar er gongdin vend, og árligi vøksturin er aftur komin upp um eitt prosent.

 

Mynd: Hagstovan