Foreldur fáa endurgjald nú dagstovnarnir eru stongdir

Vandin fyri koronasmittu ger, at dagstovnar eru stongdir, og í býráðnum í Runavíkar kommunu eru tey samd um meginregluna: Ongin tænasta – onki gjald

Á býráðsfundinum í kvøld viðgjørdi býráðið í Runavíkar kommunu eitt uppskot frá fíggjarnevndini, um hvussu leikur skal fara fram á fíggjarmótinum ansingini viðvíkjandi, nú dagstovnarnir fyri stóran part lótu aftur fyri smáum tveimum vikum síðani og væntandi lata uppaftur 3. páskadag.

Í stuttum snýr málið seg um, at foreldur hava goldið, sum um at støðan var vanlig, men í veruleikanum hava tey goldið fyri eina kommunala tænastu, sum tey ikki hava havt møguleikan at brúka, táið kommunalu myndugleikarnir, eftir tilmæli frá landsmyndugleikanum, tóku at kalla øll repini niður á dagstovnaøkinum.

Býráðið samdist um meginregluna: Ongin tænasta – onki gjald.

Uppskotið frá borgarstjóranum og fíggjarnevndini - til viðgerðina í býráðnum - var annars soljóðandi:

– Í fyrstu atløgu snýr hetta málið seg um, at støða verður tikin til, um foreldrini skulu fáa fíggjarliga kompensatión fyri eina tænastu, sum tey ikki fingu, og sum tey kortini hava goldið fyri. Tilmæli er, at vit gera støðuna upp, tá ið dagstovnarnir aftur virka sum vanligt, og gjalda foreldrunum fult endurgjald fyri tænastuna tey ikki fingu.

Fíggjarliga avleiðingin er annars, fyri kommunukassan, at mánaðarliga inntøkan á hesum økinum verður millum 650 og 700 túsund krónur lakari enn annars roknað við í fíggjarætlanini fyri 2020.

Fíggjarliga høpið á dagstovnaøkinum er soleiðis samanskrúvað, í verandi ári, at roknað er við einum rakstrarkostnaði á 37,6 mió. kr., og av hesum vóru brúkaragjøldini ætlað at vera 8 mió. kr.

– Nú, tá ið inntøkan frá brúkaragjøldum minkar, verður neyðugt at veita økinum eykajáttan, um ætlanin er at varðveita sama tænastustøði, tað sum eftir er av árinum.