Um tveir mánaðir skulu póllendingar velja annan forseta ístaðin fyri Lech Kaczynski, sum doyði í flogvanlukkuni tann 10. apríl. Tað sigur ein talsmaður fyri virkandi forsetan, Bronislaw Komorowski, við tíðindastovuna Reuters.
Meiningakanningar benda á, at Komorowski hevur bestu møguleikarbar at vinna forsetavalið. Í tveimum kanningum siga ávikavist 55 og 39 procent av teimum spurdu, at tey ætla sær at atkvøða fyri honum.
Í báðum kanningunum fær bróðir deyða forsetan, Jaroslaw Kaczynski, næststørstu undirtøkuna við ávikavist 32 og 18 prosentum.