Tað skrivar tíðindastovan AP.
Hassan, sum hevur verið forseti síðani 2021, stillaði upp til valið stórt sæð uttan mótvalevni, tí fleiri fólk hava verið fongslað og forðað í at stilla upp.
Hetta hevur elvt til stórar mótmælisgongur í landinum seinastu dagarnar, sum hava fingið ST at vísa "stóra stúran" fyri støðuni og fingið danska uttanríkisráðið at mæla frá allari ferðing til landið.
Mannarættindastovan hjá ST, OHCHR, hevur fingið fráboðanir um, at í minsta lagi tíggju fólk eru dripin av trygdarfólkum undir mótmælisgongu. Stjórnin hjá Hassan avsannar at hava brúkt ov nógv vald.











