John Goodlad, sum í mong ár hevur starvast í hetlendska fiskiídnaðinum, hevur skrivað bók um hetlendska toskafiskiskapin við Føroyar. Í fyrilestrinum fer John Goodlad at viðgera sambandið millum hetlendskar fiskimenn og føroyska samfelagið í tíðarskeiðinum 1850-1909.
John kann sigast at vera føroyavinur burtur av. Hann kom higar sum blaðungur lesandi. Tá kom hann í samband við fiskimannafelagið. Hann gjørdist eisini leiðari í hetlendska fiskimannafelagnum, og var her samstarv í mong ár.
John kemur eisini higar í samband við sína gransking av sambandinum millum Føroyar og hetlendskar fiskimenn. Tann, sum veit okkurt, er eisini vælkomin at siga frá ella at koma til fyrilesturin
Fyrilesturin verður í Jónas Broncks gøtu 25, veghæddin, mánadagin 18. mars klokkan 15.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.