Klokkan 15.30 verður fyrsta bríksl í teimum fimm plássunum, har tað í dag verður fótbóltur. Tað er í Klaksvík, í Fuglafirði, á Toftum, í Sørvági og í Havn.
Meðan tað var rættiliga illfýsið í gjár, so sigur DMI, at tað seinnapartin verður lágætt, 9-10 hitastig, og vindferðin verður millum 6 og 9 metrar um sekundið. Í fleiri plássum verður tað turt, og onkra staðni fer tað at kennast eitt sindur úr honum.
Meistararnir í Klaksvík eiga heimavøll ímóti EB/Streymi, sum hósdagin tryggjaði sær rætt eisini at vera í bestu deildini í 2022, Víkingur sum er best fyri at vinna silvur er á veg í Gundadal, HB, sum kappast við Víking, er á veg til Sørvágs, NSÍ, sum kappast við B36 um fjórða plássið, skal spæla oyggjauppgerð á útivølli ímóti ÍF, sum er í stórum vanda at flyta niður, og B68 hevur á heimavølli ímóti longu niðurflutta TB møguleika at staðfesta plássið í bestu deildini.
KÍ – EB/Streymur: Bjarki Danielsen kl. 15.30
ÍF – NSÍ: Rúni Olsen kl. 15.30
B68 – TB: Dagfinn Forná kl. 15.30
07 Vestur – HB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.30
B36 – Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 15.30
| KÍ | 25 | 22 | 2 | 1 | 96 | 10 | 68 |
| Víkingur | 25 | 18 | 5 | 2 | 58 | 24 | 59 |
| HB | 25 | 17 | 4 | 4 | 80 | 22 | 55 |
| B36 | 25 | 11 | 9 | 5 | 49 | 31 | 42 |
| NSÍ | 25 | 12 | 5 | 8 | 47 | 36 | 41 |
| EB/Streymur | 25 | 7 | 4 | 14 | 27 | 50 | 25 |
| 07 Vestur | 25 | 7 | 4 | 14 | 31 | 68 | 25 |
| B68 | 25 | 5 | 4 | 16 | 26 | 65 | 19 |
| ÍF | 25 | 4 | 4 | 17 | 24 | 63 | 16 |
| TB | 25 | 0 | 3 | 22 | 15 | 84 | 3 |
| Máltindurin | |
| Mikkel Dahl HB | 24 |
| Páll A. Klettskarð KÍ | 18 |
| Andreas Lava Olsen Víkingur | 14 |
| Bob Sumareh KÍ | 14 |
| Klæmint A. Olsen NSÍ | 14 |
| Jóannes Bjartalíð KÍ | 12 |
| Sølvi Vatnhamar Víkingur | 12 |











