Hjalmar Petersen, sum er fyrrverandi altjóða dómari, og sum eisini hevur virkað sum dómaraeygleiðario, var millum áskoðararnar til dystin á Skála sunnudagin. Og hann gevur Áka Mørk rætt, tá hesin metir tað vera skeivt av dómarunum at geva sær burturvísing, eftir at reyða kortið er givið.
- Tá reytt kort er givið, er spælarin úti úr dystinum, og tí er tað skeivt, at hesin seinni verður burturvístur.
- Hinvegin er eingin ivi um, at tilburðurin eigur at vera partur av frágreiðingini, sum dómararnir lata inn eftir dystin. Og tað skal so verða hendan frágreiðingin, sum er grundarlagið, tá støða skal takast til, hvørt spælarin skal leikbannast ella ikki, sigur Hjalmar Petersen.