10 ting um Lena Meyer-Landrut:
19 ára gamla Lena varð fødd í Hanover í Týsklandi
Sum barn og ung gekk hon til dans, men hon hevur ikki fingið nakra sangfrálæru
Lena tók lut í kappingini Unser Star fur Oslo á sjónvarpsstøðini ARD. Hon vann kappingina og slapp við til europeiska Grand Prixið sum umboð fyri Týskland.
Lena sang tríggjar sangir í týsku kappingini, og hon setti met, tá ið allir sangirnir eitt skifti vóru á topp 5 á hitlistanum í Týsklandi.
Vinnandi sangurin frá Grand Prixnum kom beinleiðis inn sum nummar 1 á týska hitlistanum.
Nú hevur Lena givið sína fyrstu fløgu út – hon kallast My Cassette Player, og fløgan er ovast á týska hitlistanum.
- Mær dámar at bjóða mær sjalvum av, sigur Lena um orsøkina til, at hon sum púra óroyndur sangari bjóðaði seg fram til Grand Prixið.
Lena var í holt við sínar studentaprótøku, nú hon alt í einum gjørdist poppstjørna.
Lena hevði stóra pallræðslu, tá ið hon byrjaði sítt Grand Prix ævintýr, men hon hevur ment seg nógv síðani.
Lena er bert annar týski sangarin, sum vinnur Grand Prixið. Tann fyrsti var Nicole við sanginum Ein bisschen Frieden frá 1982.