Frá hósdegnum 8. til leygardagin 10. mei fer SMS, saman við fýra fyritøkum, sum eru knýttar at ferðavinnuni, at varpað ljós á fyribrigdini frítíð og ferðavinna.
Tær fýra fyritøkurnar, sum luttaka á framsýningini á Torginum í SMS nevndu dagar, fara at vísa fram og selja ferðir í Føroyum og til og í útlandinum. Í upprunaliga álmanakkanum fyri árið hevði SMS ætlanir um slíkar evnisdagar.
Tó varð ikki endaliga avgjørt, hvussu framsýningin skuldi skipast, og hvør skuldi bjóðast við. Tá ið ein fyrispurningur kom frá Ferðaráð Føroya, um at nýta Torgið til kunnandi tiltak um ferðavinnuna í Føroyum, og at ferðast í Føroyum, fullu brikkarnir upp á pláss. Avgjørt varð, at málið við framsýningini skuldi verða, at nøkta tørvin hjá øllum ferðandi á einum og sama stað. -Ynskt varð nevnliga, at á framsýningnin skuldu umboð fyri ferðavinnuna í Føroyum; t.e. kunningarstovur og ferðamál kring landið, og fyri tey, sum selja ferðir úr Føroyum og í útlandinum, t.e. ferðamannastovur og flogfeløg, verða við.
Nú framsýningin letur upp hósdagin hevur tað eydnast at røkka málinum. Tað hevur nærum eydnast at savna alla ferðavinnuna í Føroyum undir einum og sama takið. Ferðaráðið, sum umboðar kunningarstovurnar kring landið og teirra lokalu áhugamál, hevur ein stóran bás. Á básinum fara tey at kunna tey vitjandi um ferðamál í Føroyum og nýggju skeltingina av gøtum, sum tey hava ment seinastu tíðina, og sum nú er klára at seta í verk í ávísum økjum í landinum. Annars liggur upplýsandi faldari frá Ferðaráðnum í miðsíðunum í SMS blaðnum hesaferð. Umframt Ferðaráðið verða Maersk Air, Smyril Line og Atlantsflog, sum allir selja ferðir úr Føroyum og í útlandinum, við á framsýningini. Teir hava allir minni básar, har teir fara at kunna um ferðamál í útlandinum.
Framsýningin letur upp hósdagin 8. mei kl. 10.00 og er opin til kl. 17.30.
Fríggjadagin er opið til kl. 18.30 og leygardagin til kl. 14.00. Hvønn dag, umleið hálvan tíma áðrenn latið verður aftur, verður drigið millum innkomnar svarlepar í stóru kappingini, sum fer fram í sambandi við framsýningina.
Leygardagin verður, umframt dagliga dráttin, drigið ímillum teir svarlepar, sum vit hava fingið allar tríggjar dagarnar framsýningin hevur verið. Vinningarnir í hesum dráttinum eru flogferðaseðil fyri tvey við Maersk Air til Danmarkar, flogferðaseðil fyri tvey frá Atlantsflogi til eitt av teirra ferðamálum og ein ferð fyri tvey vaksin og tvey børn við bili til Hanstholm og aftur við nýggju Norrønu. Umborð verður gist á 4 koyggjukamarið við wc og bað.
Dagvinningarnir eru hesir:
Hósdagin 8. mei: ein mini-cruise ferð fyr tvey til Bergens við nýggju
Nørrønu í tvey koyggjukamari við wc og bað, flogferðaseðil frá Atlantsflogi til eitt av teirra ferðamálum og útferð fyri tvey til Mykinesar - smb. faldaranum í SMS blaðnum - frá Ferðaráð Føroya.
Fríggjadagin 9. mei: ein mini-cruise ferð fyr tvey til Bergens við nýggju Nørrønu í tvey koyggjukamari við wc og bað, flogferðaseðil frá Atlantsflogi til eitt av teirra ferðamálum og drunnhvítutúrur í Nólsoy fyri tvey - smb. faldaranum í SMS blaðnum - frá Ferðaráð Føroya.
Leygardagin 10. mei: ein flogferðaseðil frá Atlantsflogi til eitt av teirra ferðamálum og bátaferð fyri tvey undir Skúvoynna - smb. faldaranum í SMS blaðnum - frá Ferðaráð Føroya.
Á Torginum frá hósdegnum 8. til leygardagin 10. mai.