Frá Talvolympiaduni

Talvið í dag er tikið úr Talv-Ol, sum í hesum døgum verður telvað í Bled, Slovenia

talv

Talvið hesa vikuna er vakra talvið hjá John Arna Nilssen úr 8. umfari í Talvolympiaduni í Bled, Slovenia. Føroyar vunnu í hesum dysti stórsigur á liðnum hjá talvsamgonguni fyri teimum rørslutarnaðu, sum vóru styrkismettir nakað framanfyri føroyingar. Kortini gjørdu vit bart og vunnu heili 3,5 ? 0,5. Umframt John Arna vunnu Heini Olsen og Martin Poulsen, meðan IM John Rødgaard leikti javnt.
Mánadagin fingu føroyingar harða viðferð frá Kolumbia. Bert John Rødgaard fekk stig við sínum javnleiki, og harvið bjargaði hann okkum frá einum 4-0 skrædli. Týsdagin varð mótstøðuliðið Kyrgiztan, sum er væl hægri styrkismett enn føroyska liðið.

John Arni Nilssen (2385) - Andrei Obodchuk (2423)
OL Bled 2002 (8), 02.11.2002

1.d4 d5 2.c4 c6 3.Ric3 Rif6 4.e3 e6 5.Rif3 Ribd7 6.Bd3 dxc4 7.Bxc4 b5 8.Be2 Bb7 9.0-0 a6 10.e4 c5 11.d5 (tann skarpi varianturin í hesaru byrjan) exd5 12.e5! (John Arni luktar blóð! Okkara fyrsta borð finnur nú góða kombinatión) Rig4 13.e6 fxe6 14.Rig5 (e-finnan og riddarin á g4 hjá svørtum eru málini) Rigf6 15.Rixe6 Fb6 16.Re1! Kf7 17.Bf3 d4 18.Rid5! Fa7 [18...Rixd5 19.Bxd5 og hvítur vinnur vegna sína aktiva støðu. t.d: 19...Kg8 20.Ff3 Bxd5 21.Fxd5] 19.Rig5+ (John Arni fer eftir mátinum, sum er djarvt, og sjálvt um Rig5+ kanska ikki heilt er rætti leikurin, so kennir svartur seg somikið kroystan at hann leikar óneyvt) Kg8 20.Ric7 h6? [20...Bxf3 21.Fxf3 Rb8 22.Ff5 Rb6 tykist at kundi verið bjargingin hjá svørtum] 21.Bg4! hxg5? [21...Rixg4 22.Fxg4 er sjálvsagt betri hjá svørtum, men hvítur hevur kortini munin] 22.Fb3+! (DIAGRAM) nú verður mát, ella nógv materiali til John Arna. t.d c4 23.Be6+ Kh7 24.Fh3+ Kg6 25. Ff5+ Kh6 26.Bf7. Eitt sera gott talv, men tíverri mátti John Arni lúta í níggjunda umfari móti einum stórmeistara úr Kolumbia. 1-0