Frakland hevur avlýst restina av kappingarárinum

Neymar og restin av spælarunum í Ligue 1 sleppa ikki á vøllin aftur fyrr enn í septembur

Fronsku myngugleikarnir hava boðað frá, at tað verður ongin fótbóltur fyrr enn í septembur. Tað hevur gjørt, at Ligue 1 og Ligue 2, sum eru besta og næstbesta deildin í Fraklandi eru endaðar fyri hetta kappingarárið.

Arbeitt verður nú við at finna útav hvussu landskappingin skal síggja út á stigatalvuni. Paris Saint Germain og Neymar eru 12 stig fremst og verða helst kosnir til meistarar. Tá munurin minni, tá talan er um Champions league plássunum, og í niðurflytingarstríðum.

Leiðslan í Ligue 1 og Ligue 2 skal í leypi av vikuni koma við einum útspæli, um hvussu kappingin verður avgreidd á pappírinum. Hetta er tann fyrsta av teimum fimm stóru landskappingunum í Evropa, sum velja at enda kappingarárið. Landskappingini í bæði Belgia og Hollandi er avlýst, men her er stór mótstøðu frá teimum feløgunum, sum kenna seg fyri órøttum í eitt nú niðurflytingarstríðnum.

1París SG27222375:2468
2Marseille28168441:2956
3Rennes28155838:2450
4Lille28154935:2749
5Reims281011726:2141
6Nice28118941:3841
7Lyon281171042:2740
8Montpellier281171035:3440
9Monaco281171044:4440
10Angers281161128:3339
11Strasbourg271151132:3238
12Bordeaux28910940:3437
13Nantes281141328:3137
14Brest288101034:3734
15Metz288101027:3534
16Dijon28791227:3730
17St-Étienne28861429:4530
18Nimes28761529:4427
19Amiens284111331:5023
20Toulouse28342122:5813