Fram legði frá landi við einum sigri

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

Fyrr í kvøld spældu Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram fyrsta dystin í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Á heimavølli í Fram-húsinum í Reykavík vann heimaliðið 38-34 á Þór Akureyri. Í steðginum var Fram á odda 17-14.

 

Dánjal skoraði trý mál upp á fimm málroyndir, og hann legði eisini upp til tvey mál. 

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 20.30 verður føroyinga- og grannauppgerð í høllini á Hlíðarenda, tá liðið hjá Allani Norðberg og Bjarna í Selvindi, Valur tekur ímóti Fram.