Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í FC Kyzylzhar eru í tungum sjógvi í bestu kasakisku fótbóltsdeildini.
Í seinastu fýra dystunum hevur FC Kyzylzhar bert knógvað eitt stig, og nú eru teir bert trý stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Jóannes kom á vøllin aftaná steðgin í heimadysti hjá FC Kyzylzhar móti Atyrau.
Leingi sá tað út til, at dysturin fór at enda 0-0, men stutt undan dystarenda fekk FC Kyzylzhar ein vátan vøtt, tá Atyrau skoraði sigursmálið.
FC Kyzylzhar er fimtaftast í deildini við 23 stigum.
Komandi leygardag klokkan 15 hevur FC Kyzylzhar dyst á útivølli móti FC Jenis.











