Ukraina fær atgongd til milliardalán frá ES til verjukeyp

Ukraina fær longu í juni møguleika at brúka pengar úr stóra ES-láninum upp á 90 milliardir evrur til hernaðarlig innkeyp. Tað upplýsir uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas

Uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas, og danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, vilja tryggja, at Ukraina kann brúka pengar úr stóra ES-láninum til tað hernaðarligu útgerð, sum landið hevur størstan tørv á. Mynd: Yiannis Kourtoglou/Reuters.

Pengarnir kunnu millum annað nýtast til at keypa loftverjuskipanir, sum sambært Ukraina eru bráðfeingis tørvur á, meðan russisku álopini halda fram.

 

– Bráðneyðugastu tørvirnir hjá Ukraina skulu hava hægstu raðfesting. Tey mugu vera før fyri at verja seg sjálvi, og loftverja er tað týdningarmesta hjá teimum, segði Kaja Kallas á veg inn til fund við verjumálaráðharrarnar í ES á Kypros.

 

Danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, tekur undir við hesum sjónarmiði.

 

– Vit vilja tryggja, at pengarnir verða brúktir beinanvegin og eftir teimum hernaðarligu tørvum, sum ukrainar hava, segði hann.

 

Umleið tveir triðingar av láninum eru settir av til hernaðarlig innkeyp til Ukraina. Tað svarar til umleið 450 milliardir krónur.

 

Málið hevur kortini elvt til ósemju í ES. Frakland ynskir, at pengarnir fyrst og fremst verða brúktir í evropeisku verjuvinnuni, meðan lond sum Týskland, Niðurlond og Danmark vilja geva Ukraina størri frælsi at keypa tað útgerð, landið hevur mest tørv á – eisini amerikanskar Patriot-loftverjuskipanir.

 

Sambært Jeppe Bruus má tørvurin hjá Ukraina viga tyngri enn ynskið um at styrkja evropeiska verjuvinnu.

 

/Ritzau/

 

Uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas, og danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, vilja tryggja, at Ukraina kann brúka pengar úr stóra ES-láninum til tað hernaðarligu útgerð, sum landið hevur størstan tørv á. Mynd: Yiannis Kourtoglou/Reuters.