Svanarnir eru góðir ambassadørar fyri Vág

Svanarnir úr Vági, sum eru partur av Eydnudeildini í Føroyum, hava verið á ferð í Danmark, har tey hava luttikið í stóra tiltakinum Lykkecup í Herning

Tiltakið varð hildið í kendu høllini Boxen í Herning, sum vanliga er karmur um stórar ítrótta- og mentanartiltøk. Lykkecup savnar luttakarar úr Danmark, Svøríki, Týsklandi og Føroyum.

 

- Í ár vóru fleiri enn 950 leikarar og umleið 375 venjarar við í kappingini. Føroyska ferðalagið taldi tilsamans 23 fólk, sum umboða Føroyar og Vágs kommunu við stoltleika. Ferðin gav nógvar góðar upplivingar, har ítróttur, felagsskapur og gleði var í hásæti.

 

Í Vágs kommunu vísa tey á, at ein serlig løta var, tá Mary, drotning, heilsaði upp á leikararnar hjá Svanunum.

 

- Hetta var ein stór og minnilig uppliving fyri bæði leikarar, venjarar og fylgjandi, og ein heiður fyri føroyska liðið.

 

Fyri Vágs kommunu hevur tað stóran týdning at hava eitt lið í Eydnudeildini. Liðið gevur børnum og ungum, sum á ein ella annan hátt hava størri gleði av hesum tilboðum, møguleika at vera partur av einum liði og einum felagsskapi.

 

- Einum felagsskapi, har øll eru vælkomin at geva tað, tey kunnu. Í Eydnudeildini eru eingi krøv um úrslit, og eingin verður valdur frá. Dentur verður lagdur á gleði, luttøku, vinarlag og felagsskap.

 

Leikararnir á liðnum koma úr flestu bygdunum í Suðuroynni, og liðið savnar børn og ung tvørtur um bygdamørk.

 

##med2##

 

Í Vágs kommunu vísa tey á, at luttøkan í Lykkecup gevur leikarunum møguleika at royna seg í einum stórum altjóða hondbóltsumhvørvi, hitta nýggj fólk og skapa góð minnir saman við øðrum íðkarum. 

 

Svanarnir eru góðir ambassadørar fyri Vágs kommunu og Suðuroynna.

 

- Vit eru heppin at hava eldsálir sum leggja orku í okkara lið, og at vit hava foreldur, fyritøkur og góð fólk rundan um felagsskapin sum ger hetta gjørligt og ikki minst stuttligt, siga tey í Vágs kommunu.

 

##med3##