Framsókn skal skerpa stevnu sína

Og samstindis skal flokkurin vera semj­u­søkj­andi

 

Tað sigur fyrrverandi for­mað­­ur­in og stovnarin av Fram­­sókn, Poul Michelsen, í samrøðu við Sosialin í sam­­bandi við, at Sólvit Nols­ø hevur valt at leggja frá sær sum tingmaður.

 

– Fyri mítt viðkomandi er tað sera gott, at Sólvit Nolsø meld­ar so greitt út. Tí Fram­sókn má tilpassa seg til ta stevnu, sum flokkurin varð stovn­að­ur uppá: Persónligt frælsi, vinnuligt frælsi og tjóð­­skap­­arligt frælsi, sigur Poul Michelsen við Sosialin.

 

Hann heldur, at tann, sum ikki hevur tað, hann kann tað sama fara upp í aðrar flokkar.

 

– Vit høvdu nakað ser­stakt við Framsókn, og eg haldi, at tað er gott, at flokk­urin fer inn kósina aft­ur.

 

Poul Michelsen heldur, at tey hava vent tí á høvd­ið, tá tey siga, at tað er tann, sum stillar upp, sum hevur rætt­in av velja.

 

– So spyrji eg, sleppur ein tjóð­veldismaður at stilla upp fyri Sambandsflokkin? Alt­so um tú hevur tínar per­són­ligu meiningar um mál, so gevur tað jú onga meining, sigur Poul Mich­el­sen.

 

Tað gav ikki sørt av ó­rógv, tá tveir tinglimir í Fram­sókn, Hanna Jensen og Sól­vit Nolsø, atkvøddu ímóti upp­skotinum hjá teirra egna landsstýrismanni um fost­ur­tøku. Eitt mál, sum er part­ur av stevnuni hjá Fram­sókn, um tað per­són­liga frælsi.

 

Tað er í kjalarvørrinum av hes­um málinum, at veg­ir­nir hjá Framsókn og Sólvit Nolsø skiljast.

 

– Eg haldi, at tað er rætt, sum Sólvit Nolsø nú hevur gjørt. Hann er ein fínur pol­it­ik­ari, dugir væl at orða seg og hevur verið absolutt nak­að, sum eg haldi, at føroyskur politikkur gott kann liva við og kanska meira enn tað, sigur Poul Mich­el­sen.

 

– Hann er siðiligur og trú­verd­ig­ur og tiltalandi per­són­ur, men altso, tað nytt­ar so litið, um tú ikki trýrt upp á tað, sum flokk­ur­in stendur fyri, sigur Poul Mich­el­sen millum annað í samrøðuni við Sosialin.

 

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo