Ukrainskir hermenn eru framvegis í Kurskøkinum í Russlandi. Tað skriva altjóða miðlar í dag.
Russiski herurin hevur enn ikki megna at vísa ukrainska álopsátakinum – ið er fyrsta ukrainska álopið á Russland við ukrainskum herfólki – aftur. Áður hava ukrainsktsinnaðir russarar í ymsum hálvhernaðarligum eindum gjørt innrásir í russika Belgorodøkið og Kurskøkið.
Sambært guvernørinum í Kurskøkinum er "tamarhald á støðuni", og russiskar deildir eru "í ferð við at reka ukrainarnar aftur".
LES EISINI: Ukrainskar herdeildir tikið seg inn í Russland
Ovastin í russisku heryvirleiðsluni, Valerij Gerasimov, segði á einum tíðindafundi í gjár, at umleið 1.000 ukrainskir hermenn tóku seg inn í Kurskøkið týsmorgunin. Ukraina hevur framvegis ikki alment váttað, at talan er um ukrainska hermegi. Mykhailo Podolyak, ráðgevi hjá ukrainska forsetanum Volodymyr Zelenskyj, hevur tó skrivað á X, at russisk "aggressión" er orsøkin til, at bardagar nú eru á russiskum øki.
Flemming Splidsboel Hansen, ið granskar í russiskum viðurskiftum við danska altjóðapolitiska granskingardepilin DIIS, sigur við DR Nyheder, at tvær møguligar orsøkir kunnu vera til, at ukrainar leypa á Kurskøkið:
– Ein einføld orsøk er at loypa fjáltur á russiska fólkið. Ein onnur orsøk kann vera at órógva russiskar eindir í einum øki, har ikki so nógv russisk hermegi er. Eitt slíkt átak, ið kemur óvart á, kann kanska vera við til at lætta trýstið aðrastaðni, um russar byrja at skipa seg av nýggjum. Hann sigur eisini við TV2, at væntandi kemur eitt umfatandi russiskt aftursvar.
Steve Rosenberg, ið ritstjórnar tíðindi um Russland hjá bretska kringvarpinum BBC, skrivar, at ukrainska innrásin ósannlíkt fer at fáa russiska fólkið at venda sær ímóti krígnum.
– Tað er meiri sannlíkt, at russiskir myndugleikar fara at brúka ukrainska álopið í eini roynd at savna russiska fólkið og styrkja søguna hjá Kreml, sum er at (a) í hesum stríðnum er tað ikki Russland, sum loypir á og (b) Russland er kringsett av fíggindum, sum leggja upp ráð um at leggja Russland í oyði.
##med2##