France Sports: Lille rendi seg í ein múr

Síggj hvat ein franskur miðil og fýra norðurlendskir miðlar skriva um flotta javnleikin hjá KÍ móti Lille í bólki A í Europa Conference League

Norðoyingar og allar Fótbólts-Føroyar fegnast um flotta 0-0 javnleikin hjá KÍ móti franska fótbóltsrisanum, Lille í bólki A í Europa Conference League.

 

Slík kvøld er tað sera stuttligt at síggja hvat miðlar í øðrum londum skriva.

 

Franski miðilin, France Sports staðfestir, at Lille rendi seg í ein múr. Í yvirskriftini staðfesta tey, at hóast Lille domineraði, so megnaðu teir ikki at vinna. Vónbrotið liggur eisini í, at Lille hevði bóltin 67 prosent av tíðini:

 

##med2##

 

Danska TV2 heldur, at føroyskur pinkulingur hevur "heintað" eitt søguligt stig, og bold.dk skrivar, at KÍ helt Lille frá fatinum:

 

##med3##

 

##med4##

 

Stóri norski miðilin, VG skrivar, at tað var serstakt fyri lítla landið, at liðið hjá Magna Hoseth tók ímóti Lille og fekk stig móti teimum:

 

##med5##

 

Íslendsku "Vísir" skriva, at føroyingarnir høvdu tamarhald á Hákoni Haraldssyni og Lille:

 

##med6##