Frekt av samgonguni at draga okkum upp í

Tað er bæði frekt og ódámligt av samgonguni at draga fakfeløgini upp í politisku telvingina um ein kreppupakka, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum. Hann sigur, at tað var ongantíð upp á tal at góðtaka, at lønarhækkingin verður strikað

- Tað var ongantíð upp á tal hjá Pedagogfelagnum at góðtaka ætlanina hjá samgonguni um at strika lønarhækkingina upp á 3%, sum skal koma í gildi 1. oktober.

Tað staðfestir Jarvin Feilberg Hansen, formaður í Pedagogfelagnum.

Hann heldur enntá, at tað er beinleiðis frekt av samgonguni, at draga fakfeløgini upp í politisku telvingina um ætlaða kreppupakkan.

- Framferðin hjá samgonguni ímóti fakfeløgunum er ódámlig og beineiðis frek, sigur hann og tað kann ikki átalast nóg harðliga, sigur hann.


Fingu onga trygd

Hann fortelur nú fyri Sosialinum akkurát hví, Pedaogfelagið ikki vildi góðtaka at lønarhækkingin, uverður strikað.

Hann vísir formaðurin í Pedagogfelagnum á, at tað var eftir kravi frá fíggjarmálaráðnum, at sáttmálin varð gjørdur til 1. oktober í 2010.

- Samstundis er ongin trygd fyri, at tað virkar at strika lønarhækkingina og somuleiðis fekst heldur ongin trygd frá politikarunum fyri, at ikki fleiri sparingar ella uppsagnir vera kortini.

Hann vísir eisini á, at tað eru eisini nógv starvsfólk hjá tí almenna, sum longu eru uppsøgd.

- Á nógvum stovnum er skorið inn á bein og harafturat liggur í luftingi, at fleiri sparingar skulu setast í verk nógva staðni.

- Tí er ein lønarsteðgur als ongin trygd ímóti uppsagnum og tað kundi heldur ongin lova okkum, sigur hann.

- Og so er tað ein royndur lutur, at tá ið góðar tíðir eru, fá vit ongantíð lut í teimum, men so skjótt tað gongur aftur á hond, eru vit ímillum tey fyrstu ið skulu gjalda, leggur hann afturat.


Afturúrsigld

Jarvin Feilberg Hansen sigur, at samstundis er kostnaðarstøðið hækkað og limirnir í Pedagogfelagnum kunnu ikki framhaldandi verða afturúr sigldir í lønarspurninginum.

Hinvegin góðtekur hann ikki grundgevingina hjá politikarum um, at tey alment løntu skulu strika lønarhækkingina fyri at vera samhaldsføst við øll hini og at tað verður tórført at fáa onnur at góðtaka ein niðurskurð, samstundis sum tey alment løntu fara upp í løn.

- Fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum hava longu fingið sína lønarhækking tann 1. mai í ár, so verður lønarhækkingin strikað, verður lønin hjá teimum alment løntu enn meiri afturútsigld.

Hann sigur, at í Pedagogfelagnum brýggja tey seg heldur ikki um at verða brúkt sum undanførsla fyri at skerja aðrar bólkar í samfelagnum, tí tað eru ikki vit, sum føra politikk, tí tað er uppgávan hjá politikarunum og, hvussu teir raðfesta, er ikki okkara borð.

- Vit halda okkum langt frá at føra politikk og tað er sera ódámligt at seta fakfeløgini í ta støðu, sum samgongan hevur sett tey í, leggur Jarvin Feilberg Hansen afturat.

Hann sipar til, at fakfeløgini hava fingið at vita, at verður lønarhækkingin ikki strikað, kann væntast at uppsagnir verða framdar fyri 60 milliónir krónur.

- Hetta er sum eitt tvíeggjað svørð. Tað eru politikararnir, sum skulu føra ein skynsaman politik og teir skulu ikki lata fakfeløgini gjalda fyri tann politikk, sum hevur verið førdur seinastu árini.

Hann vísir eisini á, at hóast lønarhækkingin upp á 3 % fer at kosta landskassanum 60 milliónir í fyrstu atløgu, er sparingin neyvan meiri enn 15-20 milliónir, tá ið avtornar, tí nógv verður tikið inn aftur í skatti, mvg og øðrum almennum avgjøldum.

- Men hvat hendir við sparingum og øðrum á fíggjarlógini næsta ár, er ikki okkara borð, tí tað einasta vit vita, er, at 1. oktober skal lønin hækka 3%.

Tað varð annars róð framundir, at fakfeløgini vóru til at tosa við um at strika lønarhækkingina, men at eitt mótkrav frá teimum var, at almennar íløgur vórðu raðfestar av nýggjum?

Men hetta avsannar Jarvn Feilberg hansen staðiliga.

- Tað var ongantíð upp á tal, at vit settu krøv til politiskar raðfestingar, tí tað er ikki okkara borð og vit halda okkum langt vekk frá politikki.


Mistulkað

Annars vísir Jarvin Feilberg Hansen tí aftur, sum topp-politikarar hava ført fram um, at tað stendur í sáttmálanum, at henda munandi broytingar í samfelagnum, skal tað bera til at samráðast um hann av nýggjum.

Tað, sum stendur í sáttmálanum, er, at eru munandi broytingar, sum ávirka lønarlagið, skal tað bera til at taka samráðingar upp um lønarspurningin tann 1. oktober í 2008 og tað er ikki tað sama, sum tað, ið politikararnir nú føra fram, sigur Jarvin Feilberg Hansen.