Meðan kalda kríggið var í hæddini, var vanligt at skipað varð fyri friðargongum 2. hvítussunnudag. Í 1985 byrjaði friðargongan í Mjørkadali. Síðan varð gingið til Havnar, har fundur var á Skansanum. Dagurin endaði við einum stórum tiltaki í Norðurlandahúsinum.
Tá fyrrverandi matstovan Perlan í Vágsbotni varð tikin niður, samtykti Tórshavnar býráð at nýggjur bygningur skuldi koma fyri tann gamla. Fleiri arkitektar komu við sínum uppskoti um, hvussu ein nýggj Perla kundi síggja út. Ein av teimum var Jónhild Johannesen, ið hevði gjørt eina nýggja Perlu sum høvuðsuppgávu á Arkitektskolen í Århus.
Bygningurin skuldi verða í trimum hæddum við eini gólvídd upp á tilsamans 375 fermetrar.
Arkitekturin hugsaði sær, at Perlan skuldi verða eitt alment savningarstað, har kjallarin skuldi nýtast til mentunarlig endamál, á miðhæddini skuldi verða ein kaffistova og á ovastu hæddini ein matstova. Tilsamans skuldi Perlan kosta umleið fimm milliónir krónur at byggja.
Kelda: Tíðindablaðið Sosialurin týsdagin 28. mai 1985