Nú er greitt, at ákærdi maðurin í Oyndarfirði ikki hevur framt valsvik. Tað staðfesti Eystari Landsrættur í morgun. Maðurin var annars fríkendur í Føroya Rætti í november, men ákæruvaldi kærdi dómin til Eystara Landsrætt.
Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, ógyldaði kommunuvalið í Runavíkar kommunu, eftir at málið varð tikið upp í rættarskipanini. Men fimm býráðslimir í Runavíkar kommunu kærdu ta avgerðina til Føroya rætt, sum síðani ógyldaði ta avgerðina.
Nú er so greitt, at hesin ákærdi maðurin í Oyndarfirði ikki hevur framt valsvik. Men tað er ikki tað sama, sum at valsvik ikki er framt.
Spurningurin er so, hvussu verður við tí avgerðina.
Sambært Kringvarpinum segði rættarformaðurin millum annað, at tað skulu nógv prógv til at døma í einum revsimáli. Dómararnir í landsrættinum vóru samdir um, at ákærvuvaldið ikki megnaði at lyfta hesa próvbyrðuna.
Høvuðsákærin, Katrin Thorsvig, sigur við Kringvarpið, at hendan avgerðin er endalig. Málið er ikki nóg prinsippielt at kæra til Hægstarætt, sigur hon.











