Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin høvdu torføran útidyst á skránni í kvøld móti verandi meistarunum, SC Magdeburg.
Frammanfyri 6.600 áskoðarum á GETEC Arena taptu Hákun og liðfelagarnir 32-36 fyri Magdeburg. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 14-13. Í seinna hálvleiki vísti Magdeburg tó sína stóru styrki.
Hákun fekk seks málmøguleikar í kvøld, og hann setti tríggjar av teimum í netið. Hákun var sambært hagtølunum á vøllinum í 42 minuttir í kvøld.
Füchse Berlin hevur tvey stig fyri tveir dystir.
Uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu vann THW Kiel í kvøld á útivølli 36-28 (19-16) á SG BBM Bietigheim.
Kiel hevur fýra stig fyri tveir dystir.
Tað var sera soltið við spælitíð til Vilhelm Poulsen ígjár, tá lið hansara, Hannover-Burgdorf á útivølli leikti javnt 28-28 (15-16) móti Erlangen. Sambært hagtølunum var Vilhelm bert á vøllinum í 36 sekund.
Hannover-Burgdorf hevur trý stig fyri tveir dystir.











