Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Hellas Verona framdu nakað av einum bragdi í kvøld.
Í dysti á útivølli í italsku steypakappingini - Coppa Italia - eydnaðist tað Hellas Verona úr Seriu B at senda Cagliari úr Seriu A úr steypakappingini.
Abdou Harroui fekk Verona á sigurskós júst tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Seinni hálvleikur var 12 minuttir gamal, tá heimaliðið javnaði til 1-1. Tað sá út til, at dysturin fór at enda javnur aftaná vanliga leiktíð, men fáar minuttir undan dystarenda skoraði Samuele Mulattieri sigursmálið hjá Verona, ið kann fegnast um at hava vunnið seg til áttandapartsfinalurnar.
Andrias fær góð ummæli fyri leikliga avrikið. Sambært Soccerstand var Andrias næstbesti leikarin hjá Hellas Verona. Soccerstand gevur Andrias karakterin: 7,7 (av 10 møguligum). Sofascore gevur Andriasi karakterin: 7,3.
Sunnudagin klokkan 16.15 hevur Hellas Verona dyst á heimavølli í Seriu B móti Arezzo. Hellas Verona hevur eitt stig aftaná tveir dystir, og hevur tí hart brúk fyri einum sigri.











