Füchse Berlin snávaði móti Hannover Burgdorf - Magdeburg staðfesti meistaraheitið

Harða kapprenningin um annað plássið í bundesliguni heldur fram

Liðini hjá Hákuni West av Teigum og Vilhelmi Poulsen, Füchse Berlin og Hannover-Burgdorf møtust í dysti í týsku bundesliguni í kvøld.

 

Füchse Berlin hevði eina stóra favorittstøðu undan dystinum, men tað eydnaðist Hannover at knógva javnleik 30-30 í Max Schmelling høllini í Berlin.

 

Í steðginum var Hannover á odda 15-11.

 

Hákun fekk bert eitt mál upp á fýra málroyndir í kvøld.

 

Í toppuppgerðini í Magdeburg millum heimaliðið og Flensburg-Handewitt endaði tað við javnleiki 30-30 (13-13). Tað eina stigið var nóg mikið til at staðfesta, at SC Magdeburg er týskur meistari 2026. Magdeburg er fremst í deildini við 57 stigum, nú bert tríggir dystir eru eftir at leika. Flensburg hevur 50 stig og Füchse Berlin hevur 49 stig, og hvørgin av teimum kann røkka Magdeburg.

 

Tað hevur tó stóran týdning at enda á øðrum plássinum, tí tað gevur atgongd til Champions League komandi kappingarár. 

 

Hannover-Burgdorf er nummar 10 í deildini við 28 stigum.