Meðan Magdeburg er langt fremst í týsku bundesliguni, so er kapprenningin hørð millum liðini, ið vilja tryggja sær annað plássið, ið gevur rætt til at kappast í Champions League komandi kappingarár.
Í dag vann Füchse Berlin í Max Schmelling høllini í Berlin stórsigur 39-26 á Leipzig. Longu í steðginum vóru 10 mál á muni. Tá var støðan 20-10 til heimaliðið. Hákun var ikki so nógv at síggja á vøllinum í dag. Hann var noteraður fyri eitt sonevnt "steal". Tað er tá leikarin vinnur bóltin frá álopinum hjá mótstøðuliðnum.
Füchse Berlin er triðfremst í deildini við 42 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri Flensburg-Handewitt, ið er næstfremst við 43 stigum. Magdeburg er við 50 stigum greitt oddalið.
Komandi sunnudag klokkan 17 hevur Füchse Berlin dyst á útivølli móti Lemgo.
Bert seks dagar seinni, leygardagin 18. apríl spælir Füchse Berlin hálvfinalu í FINAL FOUR í steypakappingini móti Lemgo í Lanxess Arena í Köln.











