Óli Mittún var flúgvandi, tá hann og liðfelagarnir í GOG vunnu fyrsta dystin í ovara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Í fyrsta dystinum í bólki 1 vann GOG á útivølli tepran 35-34 sigur á Skjern. Í steðginum stóð ikki væl til hjá GOG, ið var aftanfyri 14-19. Í seinna hálvleiki arbeiddi GOG seg væl upp, og tað eydnaðist at knógva ein sigur.
Óli avrikaði framúr væl. Hann skoraði átta mál og var toppskjútti hjá GOG. Og ikki nóg mikið við tí, hann legði eisini upp til átta mál (assist). Harumframt vann Óli liðnum eitt brotskast, og hann var greitt nógv tann mest effektivi leikarin hjá GOG í kvøld.
Ígjár hendi tað ótrúliga í sama bólkinum, at hondbóltsrisin, Aalborg tapti á útivølli 36-41 fyri Fredericia. Í steðginum var Aalborg á odda 20-17, men í seinna hálvleiki spældi Fredericia ein branddyst.
GOG er fremst í bólkinum trimum stigum. Fredericia og Aalborg hava tvey stig hvør, og Skjern er aftast við ongum stigi. Aalborg hevur tvey stig og GOG hevur eitt stig við sær frá grundspælinum.
Komandi mikukvøld klokkan 19.45 spælir GOG seinnu áttandapartsfinaluna á útivølli móti franska liðnum, Nantes. GOG tapti í fyrra dystinum 33-34 (19-16) fyri Nantes.
Í bólki 2 í ovara grundspælinum vunnu Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus ígjár á útivølli 36-31 (20-14) á Bjerringbro-Silkeborg. Jóhan skoraði seks mál upp á seks málroyndir.
Skanderborg-Aarhus hevur tvey stig við sær frá grundspælinum, og hevur tí fýra stig aftaná eitt umfar.
Týsdagin klokkan 17.45 spælir Skanderborg-Aarhus seinnu áttandapartsfinaluni í EHF European League á útivølli móti Flensburg-Handewitt. Flensburg vann fyrra dystin 38-32 (18-15).











