Í morgin seinnapartin klokkan 15 bresta KÍ og Víkingur saman í dysti í Meistaradeildini hjá monnum á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
R5 hjá Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
KÍ er nummar fimm í deildini við fimm stigum, og Víkingur er nummar seks í deildini við fýra stigum.
KÍ hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 1,34 og 1,48.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,00 og 4,50.
Oddsini upp á útisigur til Víking liggja millum 5,40 og 7,80.
HER eru oddsini:
##med2##












