Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen og liðfelagarnir í Piteå leiktu fyrr í dag javnleik 0-0 móti Uppsala í bestu svensku fótbóltsdeildini, Damallsvenskan.
Piteå hevur aftaná tveir dystir eitt stig, og hevur sostatt fyrsta sigurin til góðar.
Sunnudagin 26. apríl hevur Piteå dyst á heimavølli móti Vittsjö.
Nú fer Ásla saman við liðfeløgunum á landsliðnum at fokusera upp á HM-undankappingardystin móti Grikkalandi á Tórsvølli. Dystarbyrjan er týsdagin 14. apríl klokkan 17. Fýra dagar seinni taka Føroyar móti Georgia á sama vølli.











