Tað er ikki á hvørjum degi og hvørjum ári, at menninir í Fuglafirði vinna í kappróðri, men soleiðis var tað í dag, tá ið 8-mannaførini kappaðust á eystanstevnu á Skálafjørðinum.
Í ítrótti hava úrslitini hjá fuglfirðingum ikki verið so góð seinastu árini, sum tey onkuntíð plagdu at vera, men í dag hevur gingið væl.
Fyrr í dag vunnu menninir fótbóltsdystin í Gundadali 4-0 ímóti teimum næstbestu hjá B36, og so var tað, at Gullbrandur vann kappróðurin millum 8-mannaførini og legði seg á odda í FM kappingini.
Á norðoyastevnu vann Ørvur hjá Havnar Róðrarfelag, meað fuglfirðingar vóru næstfyrstir. Í dag endaði Ørvur á triðja plássi. Heiðabáturin, sum á norðoyastevnu endaði á fjórða plássi og var átta sekund frá nummar tvey, spískaði seg av álvara í heimasjógvi. Heiðabáturin var fremstur eftir startspurtin, og hóast hann misti nakað í miðróðrinum, so endaði hann næstfremst.
At røðin var soleiðis ber við sær, at nú er tað Gullbrandur úr Fuglafirði, sum er fremstur í FM kappingini.
| 1 | Gullbrandur (ÍF) | 04:41.01 | +00.00 | 7 | ||
| 2 | Heiðabáturin (NSÍ) | 04:42.18 | +01.34 | 6 | ||
| 3 | Ørvur (HR) | 04:44.01 | +03.00 | 5 | ||
| 4 | Kvívíkingur (KSR) | 04:52.46 | +11.90 | 4 | ||
| 5 | Argjabáturin (AR) | 04:54.23 | +13.44 | 3 | ||
| 6 | Gøtu Tróndur (TIND) | 04:58.22 | +17.42 | 2 | ||
| 7 | Sørvingur (SR) | 04:59.48 | +18.94 |
1 |











