– Vit halda, at vit hava funnið kelduna. Ein lastbilur hevur helst verið orsøkin, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Fráboðanin um oljudálkingina kom klokkan 11.55 í gjár, og vegurin varð ikki latin heilt uppaftur fyrr enn umleið klokkan 15.45-15.50. Sostatt var ikki koyrandi í nærum fýra tímar. Talan var um vegastrekkið av Skála inn í Skálafjørð, millum Skálafjørð og Skipaneskrossin og víðari vegastrekkið av Skipaneskrossinum til avkoyringina til Syðrugøtu, sum var stongt hesar umleið fýra tímarnar.
Løgreglan vísir á, at tað ikki neyðturviliga skulu nógvir litrar av olju til fyri at skapa stórar trupulleikar. Hevur ein stórur tangi á einum lastbili likið ella dryppað javnt yvir eitt langt vegastrekki, kann oljan breiða seg nógv.
Løgreglan vil enn ikki siga meira um, hvussu hon er komin fram til møguligu kelduna, tí fleiri vitni skulu avhoyrast.
##med2##
– Vit mugu tosa við vitni, áðrenn vit úttala okkum meira, tí annars kann tað órógva kanningarnar, sigur vaktleiðarin.
Arbeitt verður víðari við málinum í dag. Landsverk skal eisini gera upp, hvussu nógv uppruddingin og átakið hevur kostað.
Oljudálking á vegi kemur fyri av og á, men sambært løgregluni var hendingin í gjár serlig, tí hon hevði so stórar avleiðingar fyri ferðsluna og so nógv fólk.











