Fundurin verður í Føroyum næsta ár

Nú er avgerð tikin um, at tingmannanevndirnar í Norðurlandaráðnum skulu halda árliga summarfundin komandi í Føroyum. Væntandi verða tey eini 150 í tali



Hetta er á fyrsta sinni, at norðurlandsráðsfundur verður i Føroyum. Eini 80 tinglimir í teimum trimum nevndunum: europanevndini, nærumhvørvisnevndini og norðurlandanevndini.

Umframt hesi verða embætismenn og serfrøðingar, sum hava innlit í teimum málum, ið verða viðgjørd á fundinum. Tilsamans eini 150 fólk kom hendavegin í hesum sambandi, sigur Marita Petersen.

Marita Petersen, sum saman við Jørgen Niclasen eru limir í Norðurlandaráðnum, hava arbeitt fyri at fáa fundin í Føroyum, er fegin um avgerðina.

- Tað er spennandi og áhugavert, serliga eftir at nýggja skipanin er sett í verk.

- Hetta er ein avbjóðing fyri okkum, og eg haldi, at vit hava umstøður at bjóða hesum fólkum hendavegin, hóast vit ikki hava so stór tinghús og góðar umstøður, sum hini londini.

- Tað ber væl at halda fundir á hotellum og aðrastaðni, har stór hølir eru tøk. Tað sum umræður er, at vit skipa so fyri, at hinir norðurlandalimirnir fáa møguleika at kunna seg um føroysk viðurskifti og hervið betur kunnu skilja okkara støðu. Tað hevur so stóran týdning, at limirnir hava kunnleika til øll økini, sum norðurlandasamstarvið fevnir um, sigur Marita Petersen.