Mynd: European Union, Copernicus Sentinel

Fylgisveinamynd vísir størsta skógareldin í Belgia

Ein nýggj fylgisveinamynd frá Copernicus vísir týðiliga stóra økið, sum er sviðið av størsta skrásetta skógareldinum í Belgia. Umleið 3.000 hektarar eru brendir.

Mynd: European Union, Copernicus Sentinel

Eldurin kyknaði fríggjadagin í High Fens-náttúrufriðlandinum í Eysturbelgia nærindis markinum til Týsklands.

 

Copernicus hevur nú valt eina fylgisveinamynd av økinum sum dagsins mynd. Á myndini sæst týðiliga stóra myrka brunasárið í friðaða økinum.

 

Umleið 3.000 hektarar – 30 ferkilometrar – eru farnir í eldinum. Hetta er størsti skrásetti skógareldurin í Belgia og meira enn tvífalt so stórur sum ein eldur í 2011, tá nærum 1.400 hektarar brunnu.

 

Eldurin hevur gjørt, at umleið 600 fólk í økinum vórðu biðin um at fara úr húsum sínum. Sløkkiliðsfólk úr Belgia hava fingið hjálp úr grannalondunum, og bæði tyrlur og flogfør hava verið við í sløkkiarbeiðinum.

 

Tað hevur verið trupult at fáa tamarhald á eldinum, tí friðaða økið millum annað er um torvlendi. Eldur kann liggja og gløða undir jørðini og kykna aftur, hóast tað hevur regnað.

 

High Fens er eitt stórt friðað náttúruøki við torvlendi, skógi og gonguleiðum. Eldurin nærkaðist týska markinum, og týskir myndugleikar hava eisini verið tilbúnir vegna roykin.

 

Stórir partar av Evropa hava í summar verið raktir av nógvum hita og turki, sum hevur økt munandi um vandan fyri skógareldi.

 

Mynd: European Union, Copernicus Sentinel