Granskarar: Skúlabørn eru útlúgvað

Møði fyllir óvæntað nógv í gerandisdegnum hjá skúlabørnum. Og tað er ikki bara ov lítil svøvnur, sum ger børnini móð. Krøvini og bygnaðurin í skúlanum hava eisini týdning, vísir nýggj donsk gransking.

Danskir granskarar hava í 60 dagar fylgt undirvísing og fríkorterum í einum 2., 4. og 7. flokki og tosað við næmingar, lærarar, námsfrøðingar og heilsufrøðing.

 

Úrslitini hava sambært Videnskab.dk gjørt granskararnar bilsnar, tí møði og útlúgving fylla nógv í skúlalívinum hjá børnunum.

 

– Møðin snýr seg ikki bara um, hvussu nógv børnini hava sovið. Hon hongur eisini saman við karmunum, rytmuni og krøvunum í skúlanum, sigur Camilla Brændstrup Laursen, medisinskur antropologur á Aalborg Universitet, við Videnskab.dk.

 

Granskararnir sóu eisini, at møði ikki altíð vísir seg við, at børn gerast friðarlig.

 

Eldru næmingarnir lógu eitt nú yvir borðunum, ballaðu seg inn í teppi og geispaðu hart. Hjá yngru børnunum kundi møðin hinvegin vísa seg sum órógv. Tey prátaðu tvørtur um flokshølið, bankaðu í borðið ella gingu inn og út.

 

– Vit sóu, at móð børn ikki neyðturviliga gerast still. Møði kann eisini vísa seg sum órógv og rastloysi, sigur Camilla Brændstrup Laursen.

 

»Tey hava ikki orku til at tiga«

 

Tvær gentur í 7. flokki lýsa í kanningini, hvussu seinasti tímin á degnum kann gerast órógvaður, júst tí næmingarnir eru móðir.

 

– Tey hava ikki orku nokk til at tiga, sigur onnur teirra.

 

Sambært granskarunum kann møðin síggjast sum eitt ávaringartekin og sum ein kropslig reaktión upp á, hvussu skúladagurin er skipaður.

 

Kanningin vísir á tríggjar ymiskar, men samanflættaðar formar fyri møði.

 

Tann kropsliga møðin kann koma eftir ítrótt, fríkorter ella ov lítlan svøvn. Tann sálarliga møðin kemur millum annað til sjóndar, tá næmingar siga »eg orki ikki« ella »eg fái meg ikki til tað«. Harumframt er sosial møði, har møðin kann breiða seg sum ein huglag í flokkinum og gerast ein felags mótstøða móti tí, sum lærarin hevur lagt til rættis.

 

Steðgir og rørsla hjálpa

 

Bæði næmingar og lærarar í kanningini vísa á rørslu sum eina mótvekt til møðina.

 

Men fyri børnini snýr rørsla seg ikki bara um kropsliga venjing. Tað hevur eisini týdning at fáa ein steðg frá undirvísingini og sjálv sleppa at velja, hvussu tey fáa orkuna aftur.

 

Ein næmingur í 4. flokki sigur, at ein steðgur ella rørsla fær »heilan í gongd aftur«.

 

Granskingin er almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Social Science & Medicine.

 

Kelda: Videnskab.dk