Jacob ósamdur við egna fyrisiting um tænastuboð

Fyrisitingin í Vinnumálaráðnum kom til ta niðurstøðu, at Jacob Vestergaard ikki hevði heimild at geva Búnaðarstovuni tænastuboð í málinum um smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Skálavík.

Tænastuboðini vórðu tí tikin aftur. Men landsstýrismaðurin sjálvur er ósamdur við sína egnu fyrisiting.

 

Tað sæst í svari frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, til ein § 52a-fyrispurning frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu.

 

Málið snýr seg um tænastuboð, sum Jacob Vestergaard gav Búnaðarstovuni um at taka seg úr málinum um smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Skálavík.

 

Tá boðini vórðu givin, metti landsstýrismaðurin, at tey vóru bæði lóglig og saklig. Freistin hjá Búnaðarstovuni at fremja boðini var bert hálvur annar tími.

 

Sambært svarinum vóru stundir ikki til at viðgera løgfrøðiligu viðurskiftini neyvt, áðrenn ein freist í málinum fór, og tí vórðu tænastuboðini givin.

 

Síðani viðgjørdi fyrisitingin í Vinnumálaráðnum málið nærri.

 

Fyrisitingin: Eingin heimild

 

Niðurstøðan hjá fyrisitingini var, at landsstýrismaðurin ikki hevði heimild at geva júst hesi tænastuboðini.

 

Málið snúði seg millum annað um, at Búnaðarstovan hevði tikið festaran av ræði. Sambært fyrisitingini er spurningurin um, hvørt Búnaðarstovan hevði rætt til tað, eitt mál, sum skal leggjast fyri landbúnaðarstevnu við kærurætti til Yvirlandbúnaðarstevnu.

 

Tá lógin ásetur hesa serligu málsviðgerðina, verður vanliga hierarkiska skipanin í fyrisitingini sett til viks, er niðurstøðan hjá fyrisitingini.

 

– Landsstýrismaðurin hevur tískil ikki heimild at geva Búnaðarstovuni tænastuboð um at taka seg úr málinum, stendur í svarinum.

 

Tænastuboðini vórðu tí tikin aftur.

 

Jacob heldur fast

 

Jacob Vestergaard tekur tó ikki undir við løgfrøðiligu niðurstøðuni hjá fyrisitingini í sínum egna aðalráði.

 

– Landsstýrismaðurin er hinvegin av teirri fatan, at tað er bæði lógligt og sakligt at geva Búnaðarstovuni tænastuboð, um tað verður neyðugt, stendur í svarinum.

 

Hann vísir millum annað til stýrisskipanarlógina og býtið av málsøkjum í landsstýrinum. Vinnumálaráðharrin hevur yvirskipaða eftirlitið við Búnaðarstovuni og sum útgangsstøði heimild at geva stovninum tænastuboð.

 

Í drúgvu løgfrøðiligu grundgevingini hjá landsstýrismanninum verður komið til eina aðra niðurstøðu enn hjá fyrisitingini.

 

– Niðurstøðan er sostatt tann, at tað ikki er galdandi nøkur avmarking, sum avmarkar rættin til at geva tænastuboð, stendur í svarinum.

 

Jacob Vestergaard heldur eisini, at einki er, sum ger tænastuboðini ólóglig ella ósaklig. Hann vísir tvørturímóti á, at avgerðin hjá Búnaðarstovuni eftir hansara tykki sýnist at hava við sær tap fyri bæði hagan, festaran og hinar eigararnar.

 

Veit ikki, hvar málið liggur

 

Liljan Weihe spurdi eisini landsstýrismannin, hvar sjálvt málið um smoltstøðina liggur nú.

 

Tað veit Jacob Vestergaard ikki.

 

Hann vísir á, at málið yvirskipað snýr seg um ognartøku eftir býarskipanarlógini og vatnlógini. Tað eru málsøki hjá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum.

 

– Tað er tí ikki landsstýrismanninum greitt, hvar málið er í løtuni, stendur at enda í svarinum.