Fýra frystilínuskip eru í føroyskum sjógvi

- Streymurin verður brúkiligur tað mesta av vikuni, men veðrið verður vánaligt teir fyrstu dagarnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya

 

Í løtuni er eitt ísfiskalínuskip norðanfyri. Teir fáa mest av hýsu og so nakað av toski. Skipið kemur inn at landa miðskeiðis ella síðst í vikuni sum kemur.

 

Av frystillínuskipunum fiska fýra í føroyskum sjógvi, eitt er á Íslandsrygginum, og eitt er á Flemish Kap.

 

- Skipið, sum er á Íslandsrygginum, fær mest av toski og nakað av svartkalva og skipið, sum er á Flemish Kap, fær mest av toski.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tey fýra frystilínuskipini, sum fiska í føroyskum sjógvi, fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

Um útlitini til útóður í vikuni verður sagt, at streymurin verður brúkiligur tað mesta av vikuni, men veðrið verður vánaligt teir fyrstu dagarnar.

 

- Vit vænta, at nakað verður av útróðri síðst í vikuni, og útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, verður lagt aftrat.