Koyrdi út av fyri seyði

Ein bilur fór niðan av vegnum norðan fyri Haldórsvík seinnapartin í gjár. Førarin varð fluttur á sjúkrahús til kanningar.

(savnsmynd Sosialurin)

Eitt minni ferðsluóhapp var norðan fyri Haldórsvík um hálvgum trý tíðina seinnapartin í gjár.

 

Eftir tí, sum løgreglan hevur fingið upplýst, royndi førarin at víkja undan einum seyði og fór í tí sambandi út av vegnum og niðan í lendið.

 

Førarin varð fluttur á sjúkrahús til kanningar.

 

Løgreglan sigur eisini, at hon javnan fær fráboðanir um útlendsk ferðafólk í leigubilum, sum koma illa fyri á føroysku vegunum.

 

Vegirnir eru nógvastaðni smalri, enn útlendskir bilførarar eru vanir við, og tað kemur fyri, at førarar fara ov langt út á vegjaðaran, tá tveir bilar skulu møtast.

 

Leigubilar ganga tí aftur í hagtølunum hjá løgregluni bæði í sambandi við ferðsluóhapp og bilar, sum eru komnir út av ella hava rent seg fastar.

 

(savnsmynd Sosialurin)