- Fýra partrolarapør eru til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga um útlitini fyri næstu viku.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein er á Íslandsrygginum og fiskar tosk. Teir koma inn at landa í vikuni.
- Ein er júst byrjaður nýggjan túr, og ein frystitrolari er eisini til fiskiskap, verður lagt aftrat.
Tríggir av teimum smáu trolbátunum eru norðanfyri. Teir fáa tosk og hýsu og nakað av flatfiski.
- Allir trolbátarnir koma inn at landa í vikuni sum kemur.
Trý garnaskip fiska svartkalva, og tey koma øll inn at landa í vikuni.
- Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, siga tey á Fiskamarknaði Føroya um útlitini fyri komandi viku.












