Sáttmáli longdur við týðandi broytingum

Maskinmeistarafelagið og Føroya Reiðarafelag hava gjørt semju um at leingja verandi sáttmála fyri fiskiskipini fram til 1. apríl, tó við nøkrum týðandi broytingum. Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum er serliga fegin um nakrar av broytingunum

- Vit hava fingið nakrar broytingar við, sum hava stóran týdning fyri okkum, og tí kundu vit við hampuliga góðari samvitsku gera hesa semjuna.

 

Soleiðis sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum um sáttmálasemjuna fyri fiskiskipini, sum hann og Hanus Hansen, formaður í Føroya Reiðarafelag, fríggjadagin skrivaðu undir í Klaksvík.

 

Tað hevur tikið sína tíð at koma fram til hesa semjuna, tí Maskinmeistarafelagið segði sáttmálan upp at fara úr gildi 1. apríl 2024. Nýggi sáttmálin kann sigast upp við tveir mánaða freist at fara úr gildi aftur longu 1. apríl næsta ár.

 

Broytingar, serreglur og protokollat

 

Við semjuni eru sjey broytingar gjørdar í sjálvum sáttmálatekstinum, umframt at serreglur eru gjørdar fyri skip í bólki 2 – trolarar upp til 3.000 HK – sum eru útgjørd við skipanum til vaktfrí maskinrúm og bara hava ein maskinmeistara. Her skal heitið hjá maskinmeistaranum vera maskinstjóri. Men eykaparturin verður tó óbroyttur, tí semja fekst ikki millum partarnar um møguliga fíggjarliga samsýning til einameistarar á hesum sinni.

 

Við nýggju semjuni verða broytingarnar, sum Føroya Reiðarafelag øðrumegin og Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Fiskimannafelag hinumegin samdust um í einum semingsuppskoti í mai 2023, eisini skrivaðar inn í sáttmálan hjá Maskinmeistarafelagnum sum felagsreglur.

 

Harafturat er eydnast at seta oljugjaldið á dagsskránna aftur við tað, at semjupartarnir í einum protokollati hava avtalað, at ymisk viðurskifti viðvíkjandi sølugjaldi og dagsprísi á olju skulu lýsast nærri í komandi sáttmálaskeiði.

 

- Eg vænti avgjørt, at tað ber til at gera eina nýggja semju um oljugjgjaldið, sum er betri fyri okkum enn henda, sum nú er galdandi, men av tí, at Føroya Reiðarafelag ikki ynskir at tingast um ítøkiligar broytingar, uttan at hini bæði manningarfeløgini eisini eru við, máttu vit parkera málið í einum protokollatið fyribils, men tað verður avgjørt talan um eina stutttíðarparkering, sigur Arnfinn Bech.