Fyri Elina var ólavsøkan í 2017 heilt serlig

- Tað er so flott at síggja øll fólkini í føroyskum klæðum, serliga tí búnarnir eru so ymiskir í liti, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, sum bara einaferð hevur verið burtur á ólavsøku

 

Fert tú á ólavsøku í ár? 

- Ja, tað fari eg. Eg haldi, at eg bara einaferð hesi seksti árini havi verið uttanlands á ólavsøku, og tað føldist eitt sindur løgið ikki at vera heima.

Tað sigur Elin Heðinsdóttir Joensen. 

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini? 

- Alt! Setanin, kappróðurin og øll tiltøkini annars – og ikki minst at síggja øll fólkini í føroyskum klæðum, sum eg haldi er so flott, serliga tí búnarnir eru so ymiskir í liti.  

Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni? 

- Tað er so nógv at fara til, at tað haldi eg ikki. 

Elin heldur tó, at kanska kundi tað verið meira til børn og barnafamiljur.

- Men, tað eru barnatiltøk til allar festivalar, so kanska tørvurin ikki er so stórur akkurát á ólavsøku.  

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar? 

- At halda ólavsøkurøðuna í 2017 var nakað heilt serligt og ikki minst ein heiður at verða biðin at halda røðuna, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.