Sprotin skrivar, at samanlagt hevur hann, givið út 9 stuttsøgusøvn, 6 skaldsøgur, 16 yrkingasøvn og 12 yrkingasøvn við barnarímum. Hann hevur týtt hópin av meistaraverkum til íslendskt, eitt nú kunnu nevnast verk eftir Lewis Carroll, Julia Donaldsson, William Shakespeare, August Strindberg, Tove Jansson og Göran Tunström.
Jarðfest norðlýsi er fyrsta bók hansara á føroyskum.
Þórarinn Eldjárn er í Íslandi serliga kendur fyri sín beinrakna stíl, har ein broddur av hárfínum skemti ofta er at hóma í yrkingunum. Harumframt er eyðkent fyri hann, at hann fær sagt nógv við fáum orðum.
22. august er Mentanarnátt í Reykjavík, tá skipar forlagið Gullbringa fyri stórum almennum tiltaki heima í garðinum í Ásvallagøtu 12, har ymiskar framførslur og framløgur verða á skránni.
Sama dag fyllir Þórarinn Eldjárn 77 ár, Sprotin skrivar, at hetta er eitt hóskandi høvi at heilsa honum til lukku við degnum og við øllum bókunum - við eini føroyskari útgávu av Jarðfestum norðlýsi.











