Tí lendi eitt amerikanskt hernaðarflogfar í Moskva

Í Kreml verður váttað, at CIA-leiðarin, John Ratcliffe, á vitjanini í Moskva hitti umboð fyri russisku fregnartænastuna, men hann hitti ikki russiska forsetan

CIA-leiðarin, John Ratcliffe

Amerikanski CIA-leiðarin, John Ratcliffe, kunnaði ikki ES um vitjan sína í Russlandi týsdagin. Tað veit talsfólkið hjá ES-nevndini, Paula Pinho, at siga.

 

Tá eitt amerikanskt hernaðarflogfar lendi í Moskva týsdagin, var í fyrstani ikki greitt, hvør samanhangurin var.

 

Seinni vistu fleiri útlendskir miðlar at siga, at CIA-leiðarin, John Ratcliffe, var í flogfarinum, og týskvøldið frættist eisini, at flogfarið varð farið avstað aftur úr Russlandi.

 

Hetta var eftir øllum at døma fyrsta ferðin hjá CIA-leiðaranum, sum tók við í januar í fjør.

 

Í november í 2021 fór táverandi CIA-leiðarin, William Burn, til Russlands at hitta russiska forsetan, og her ávaraði hann Vladimir Putin ímóti at gera innrás í Ukraina.

 

Í Kreml verður váttað, at John Ratcliffe á vitjanini týsdagin hitti umboð fyri russisku fregnartænastuna, men hann hitti ikki russiska forsetan.

 

Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov, sigur, at russski forsetin varð kunnaður um vitjanina av CIA-leiðaranum.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, umrøddi vitjanina í Moskva sum "nokso regluliga" og segði, at USA arbeiðir fyri at fáa ein enda á krígnum í Ukraina.

 

Lesið eisini - Amerikanskt hernaðarflogfar lendi í Moskva

 

https://www.in.fo/news-detail/amerikanskt-hernadarflogfar-lendi-i-moskva

 

 

 

 

 

CIA-leiðarin, John Ratcliffe