Marina við bryggju í Havn í dag. Ferðamannaskipið er 239 metrar langt og kann hava umleið 1.250 ferðafólk og 800 starvsfólk umborð. Mynd: in.fo

Stórt ferðamannaskip á Havnini í dag

Ferðamannaskipið Marina liggur í dag við bryggju í Havn. Skipið er 239 metrar langt og kann hava umleið 1.250 ferðafólk umborð.

Marina við bryggju í Havn í dag. Ferðamannaskipið er 239 metrar langt og kann hava umleið 1.250 ferðafólk og 800 starvsfólk umborð. Mynd: in.fo

Tað sæst væl aftur á havnalagnum í Havn í dag, har stóra ferðamannaskipið Marina hjá Oceania Cruises liggur við bryggju.

 

Sambært Tórshavnar Havn kom Marina á Havnina klokkan 10 í morgun og fer avstað aftur klokkan 21.30 í kvøld.

 

Marina varð bygt í Italia og latið eigarunum í 2011. Skipið er 239 metrar langt og góðar 32 metrar breitt og er upp á umleið 66.000 bruttotons.

 

Vanliga er pláss fyri 1.250 ferðafólkum umborð, og manningin telur umleið 800 fólk. Tað merkir, at tá skipið er fult, kunnu meira enn 2.000 ferðafólk og starvsfólk vera umborð.

 

Skipið hevur 11 dekk ætlað ferðafólkunum og 629 kabinur. Næstan allar kabinurnar venda út móti sjónum, og 94 prosent hava egna altan.

 

Marina siglir fyri Oceania Cruises og er skrásett í Marshalloyggjunum.

 

Hetta er ikki fyrsta vitjanin hjá Marina í Havn í hesum mánaðinum. Skipið var eisini á Havnini 7. august.

 

Marina við bryggju í Havn í dag. Ferðamannaskipið er 239 metrar langt og kann hava umleið 1.250 ferðafólk og 800 starvsfólk umborð. Mynd: in.fo