Grindin, sum var funnin uttan fyri Lambavík seinnapartin legði beinini í Skálafirði um hálvgumsekst tíðina í kvøld.
Jacob Vestergaard segði við in.fo fyrr í dag, at teir mettu hvalirnar at vera um 50-60 í tali. Við útvarpið segði hann, at drápið gekst væl, hóast grindin ikki gjørdi framgongd.
Enn er ikki greitt, nær seðlarnir koma út – og heldur ikki visti Jacob Vestergaard, um skorið verður upp í Skálafirði ella um hvalirnir verða sleipaðir út á Skála. Tað veldst um, hvussu nógvir hval eru, og um pláss verður at skera upp í Skálafirði.
Hetta er fyrsta grind, sum er deyð í Skálafirði, síðani Skálafjørður varð góðkendur sum hvalvág.