Fyrsta kvinnan

Fyri fyrstu ferð hevur svenski javnaðarflokkurin fingið eina kvinnu í formanssætið.

-Eg eri ómetaliga fegin og ómetaliga stolt av at vera tann fyrsta kvinnan, sum stendur á odda fyri 118 ára gamla flokki okkara, segði Mona Sahlin, tá eykalandsfundurin hjá svenska javnaðarflokkinum valdi hann til formann um vikuskiftið.

Mona Sahlin var einasta valevni til formansstarvið. Hon er tann sjeyndi formaðurin í svenska javnaðarflokkinum, og felags fyri allar undanmenn hennara er, at allir hava verið svenskir forsætisráðharrar. Um Mona Sahlin eisini megnar at røkka tí málinum, vita vit ikki enn. Tann fyrsta royndin verður um hálvt fjórða ár.

Ein spurnarkanning hjá svenska sjónvarpinum vísir, at sviar eru ójavnir á máli um Monu Sahlin. Summi halda, at hon er ein dugnaligur politikari, men onnur halda, at tað er einki nýskapandi við at velja hana til formann.