Fyrsta tokið í 50 ár

Tann 17. mai fara tvey tok um markið millum tey bæði koreonsku londini - eitt hvønn veg.

Annað tokið fer úr norðurkoreanska høvuðsstaðnum Pyongyang og síðani fram við eysturstrondini suður um markið, samstundis sum hitt tokið fer úr suðurkoreanska høvuðsstaðnum Seoul og hanai fram við vesturstrondini norður um markið.

 

Umleið 100 fólk vera í hvørjum toki, og tey verða tey fyrstu ferðafólkini, sum fara við toki um koreanska markið, síðani Koreakríggið byrjaði í 1950.

 

Seinastu árini hava tey bæði londini ment samstarvið munandi, og teir ovastu herleiðararnir hjá báðum pørtum hava teir seinastu dagarnar tingast um tiltakið við teimum fyrstu tokferðunum. Hetta er fyrstu ferð, at herleiðararnir hava sitið við sama borð, skrivar Reuters.