HM: Kylian Mbappé legði fyri við tveimum flottum málum

Frakland vann 3-1 á Senegal í

Mynd: Ritzau Scanpix

Varaheimsmeistararnir í 2022 og heimsmeistararnir í 2018, Frakland fekk eina góða byrjan í innleiðandi HM-bólki I.

 

Á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey vann Frakland 3-1 á Senegal.

 

Fyrru hálvleikur var hálvkeðiligur, og var hálvleiksstøðan eisini 0-0. Í seinna hálvleiki var undirhaldsstøðið høgt, har serliga 27 ára gamla franska álopsstjørnan, Kylian Mbappé lýsti.

 

Tá 66 minuttir vóru leiktir fann Michael Olise Kylian Mbappé við einari ótrúligari góðari sending. Mbappé tók og sendi bóltin framvið málverjanum, og so var Frakland komið í gongd. 16 minuttir seinni økti Bradley Barcola við einum lobbara, og so mundu tey flestu halda, at nú var dysturin avgjørdur. Men beint sum yvirtíðin upp á átta minuttir var farin í gongd, so megnaði Ibrahim Mbaye at minka um munin til 2-1. Men Kylian Mbappé vildi ikki hava nakran spenning. Úr 30 metrum hamraði Mbappé bóltin í netið, og so var støðan 3-1 til Frakland.

 

Talan var um HM-endaspælsmál nummar 14 hjá Kylian Mbappé, ið er met á franska landsliðnum. Gamla franska HM-metið átti Just Fontaine við 13 málum. Just Fontaine skoraði tó øll 13 málini í sama endaspæli, HM-endaspælinum í Svøríki í 1958. Tá vann Frakland HM-bronsu. 

 

Miroslav Klose hjá Týsklandi er við 16 málum søguligur HM-toppskjútti. Skorar Kylian Mbappé trý mál aftrat er hann søguligur HM-toppskjútti. 

 

Frakland-Senegal 3-1 (0-0)

1-0 Kylian Mbappe ('66 )

2-0 Bradley Barcola ('82 )

2-1 Ibrahim Mbaye ('90+ )

3-1 Kylian Mbappe ('90+ )

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Frakland og Senegal.

 

Klokkan 23 møtast hini bæði liðini í bólki I, Noreg og Irak á Gillette leikvøllinum í Foxborough í Massachusetts. Tað verður ikki nógvur náttarsvøvnur hjá fólki í Noregi, tí har byrjar dysturin á midnátt. 

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix