Víkingur Reykjavík vann oddadystin móti KR

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir eru ikki til at steðga

Í kvøld var oddadystur og grannauppgerð í bestu íslendsku fótbóltsdeildini á Víkingsvøllinum í Reykjavík, tá Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík tóku móti KR. 

 

Tað eydnaðist Víkingi at vinna dystin 2-0. Stutt undan steðginum legði Helgi Guðjónsson heimaliðið á odda, og í 72. minutti staðfesti Valdimar Þór Ingimundarson sigurin hjá oddaliðnum. 

 

Gunnar spældi allan dystin.

 

Víkingur Reykjavík er ósigraðir aftaná fyrstu 11 dystirnar, og teir eru greitt oddalið við 31 stigum. Teir eru nú seks stig frammanfyri KR, og sjey stig frammanfyri Fram.

 

Komandi sunnukvøld klokkan 21.15 verður aftur toppdystur og Reykjavíks-uppgerð. Tá spælir Víkingur dyst á útivølli móti Fram.