Runavíkar býráð. Landsrætturin fer í morgin at viðgera málið um møguligt valsvik í Oyndarfirði í sambandi við kommunuvalið í 2024. 

Møguligt valsvik í Landsrættinum í morgin

Landsrætturin viðger í morgin mál um møguligt valsvik í Oyndarfirði

Runavíkar býráð. Landsrætturin fer í morgin at viðgera málið um møguligt valsvik í Oyndarfirði í sambandi við kommunuvalið í 2024. 

Landsrætturin fer í morgin at viðgera nógv umrødda málið um møguligt valsvik í Oyndarfirði á kommunuvalinum í 2024. Tað skrivar Kringvarpið.

Málið snýr seg um ein atkvøðuseðil, sum valkvøldið varð góðkendur, men sum seinni varð ógildaður undir fínteljingini, tí tveir krossar vóru á seðlinum. Avgerðin hevði stórar avleiðingar, tí hon førdi til at tað stóðo á jøvnum hjá tveimum valevnum, og eitt lutakast avgjørdi síðani, hvør fekk sess í Runavíkar býráð.

Politiið reisti ákæru móti einum persóni fyri at hava roynt at ávirka valúrslitið. Føroya Rættur fríkendi viðkomandi í februar, men ákæruvaldið kærdi dómin til Landsrættin.

Sambært Kringvarpinum er hetta fyrsta mál um møguligt valsvik, sum hevur verið fyri føroyskum dómstólum. Ákæruvaldið vísir til grein 116 í revsilógini, sum hevur revsing upp til seks ára fongsul fyri at reingja valúrslit.

Verjin krevur, at frídømingin frá Føroya Rætti verður staðfest.

 

Runavíkar býráð. Landsrætturin fer í morgin at viðgera málið um møguligt valsvik í Oyndarfirði í sambandi við kommunuvalið í 2024.