GÍ og NSÍ í unglingafinaluni

Fótbóltur: Eysturoyarfeløgini skuldu spæla finaluna hóskvøldið

Í gjárkvøldið ? eftir evstamark á blaðnum ? var finalan í unglingadeildini spæld á Skála.

Tað vóru tey bæði eysturoyarliðini GÍ og NSÍ, sum skuldu hittast i finaluni.

Í hálvfinalunum spældi GÍ móti B36, og eftir 1-0 tap í fyrra dystinum, skoraðu gøtumenn fýra ferðir í seinna dystinum, og hvørja ferð var tað Súni Olsen sum skoraði. Hesin dystur var spældu mánadagin, og dagin fyri gjørdi samai spælari bæði málini hjá 1. deildarliðnum hjá GÍ, sum vann 2-1 móti B36.

NSÍ vann á HB í hinari hálvfinaluni.

Dysturin um 3. pláss stóð tí millum havnafeløgini HB og B36, og tann dysturin skuldi eisini spælast í gjárkvøldið.