Góðu viðskiftafólk

Høgni Lützen
Valdemar Lützen byggibúð
?????????????????????

Staðfestast skal her verða, at vit eru á røttu leið, innan príspolitik. Málið hjá Valdemar Lützen byggibúð er at bjóða nettoprísir til allar kundar okkara. Hetta fyri at geva kundanum eina klára mynd av hvat vøran kostar. Onki fjas við at dylja ein høgan søluprís, við avslátrar prísum til nøkur, meðan summi, ið ikki vilja megla um vøruprísin ið stendur á vøruni, mugu gjalda høga prísin.
Nei. Vit kunnu nú bert staðfesta, at Valdemar Lützen byggibúð hevur sett dagsordanin við nettoprísum. Og tað er gleðiligt at kappingarneytar mugu fylgja við, við prísniðursetan við heili 25%. Tað vísir, at onkur hevur vunnið nógv uppá vørurnar áðrenn hesa prísniðursetan.
Við hesum skrivi vilja vit bert staðfesta fyri øllum kundum okkara, at Prísgaranti okkara heldur áfram. Vit vilja vera bíligast á marknaðinum. Tí vilja vit framvegis gera prískanningar og heingja tær upp í handli okkara, soleiðis at kundin lætt kann fylgja við í dagsins prísstøði. Í síðsta enda er tað jú kundin, ið vinnur uppá hetta.
Í sambandi við 100 ára haldið hjá P/F Valdemar Lützen í desembur, bjóða vit MVG frían mánaða. Hetta merkir, at vit gjalda MVG`ið fyri kundan, við at draga MVG`ið av vøruprísunum, við kassan.
Her kann ein veruliga gera kvettið við at koma oman í Fríhavnina.
Vit hava valt ikki at svara Toll & Skatt aftur uppá teirra heldur annaðleiðis útspæl, um MVG fríu søluna. Vit vilja bert staðfesta, at sjálvandi skulu øll gjalda MVG (eisini vit). Tað burdu Toll & Skatt ikki ivast í.
Vit hava bara valt, at gjalda MVG`ið fyri kundan allan desember mánaða. Tað er jú ikki hvønn dag ein fyritøka fyllur 100 ár. Tað skal feirast.
Samstundis vilja vit ynskja øllum viðskiftafólkum okkara eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Vinarliga